Leitar tú eftir einum sniðvegi?

Sansir søkja sniðgeva

Ert tú ein grafiskur sniðgevi við góðum hugflogi? Sum trívist í einum spennandi umhvørvi við nógvari ferð? Á einum góðum arbeiðsplássi við dugnaligum starvsfeløgum?

Jamen, so er tað jú her, tú burdi arbeitt!


UM OKKUM


Sansir er ein livandi og framsíggin fyritøka, sum veitir marknaðarføring og samskifti á øllum pallum og miðlum. Vit menna virkissamleikar, heimasíður, prentlutir og samskipa alskyns tiltøk.

Saman við spennandi føroyskum og altjóða kundum seta vit altíð sera høg krøv til nýhugsan, hugflog og góðsku. Hetta hevur havt við sær nøgdar kundar, altjóða virðislønir, og at vit í dag kunnu kalla okkum eina av føroya fremstu samskiftisfyritøkum.

Afturat hesum eru vit errin av at útgeva lívsstílsblaðið Kvinna, hvørs toymi eisini húsast her hjá okkum.

Vit hava sostatt eitt sera fjølbroytt, kreativt og óhátíðarligt arbeiðsumhvørvi, har tað ofta gongur skjótt fyri seg við nógvum bóltum í luftini í senn. Vit leggja eisini stóran dent á trivnað, samstarv og samanhald.



UM STARVIÐ
Sum sniðgevi hjá okkum fert tú arbeiða við spennandi grafiskum verkætlanum - alt frá lítlum visitkortum og einkultum lýsingum til stór búmerki, nýskapandi samleikar og livandi átøk. Tú verður partur av okkara sera sterka toymi av sniðgevum, sum altíð standa klár til at vegleiða og sparra. Eisini fert tú at arbeiða saman við okkara forritarum, ráðgevum og samskiparum, og fært tú tí góðar umstøður til bæði kreativt arbeiði og fakliga menning.




UM TEG


Vit leita eftir einum sjálvstøðugum og jaligum sniðgeva, sum:

  • Hevur gott hugflog og er forvitin
  • Dugir at samstarva og arbeiða skipað
  • Hevur eyga fyri bæði heild og smálutum
  • Ynskir at menna sínar førleikar innan sniðgeving
  • Hevur viðkomandi royndir og/ella útbúgving innan økið



UMSÓKN OG FREIST


Umsókn við viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@sansir.fo.
Freistin at søkja starvið er sunnudagin 15. september 2024.


UM TÚ VILT VITA MEIRA


So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tór Verland Johansen, stjóra, á tel. 29 93 72.
Umsóknir og fyrispurningar verða sjálvandi viðgjørd í trúnaði.