Vinnudagurin fyri 20. ferð
Vinnudagurin er hátíðardagurin hjá føroysku vinnuni, har umboð úr vinnuni savnast til áhugaverdar fyrilestrar og sosiala samveru, og ikki minst verða Ársins Virki og Vinnuátakið kosin. Sansir hava í tøttum samstarvi við Vinnuhúsið staðið fyri grafiska sniðnum, marknaðarføringini og at prýða Norðurlandshúsið til hátíðardagin.