"Unspoiled, Unexplored, Unbelievable"
Hesi trý orðini mynda kjarnuna av brandinum "Føroyar". At Føroyar eru órørdar og óuppdagaðar, er nakað av tí, sum er mest áhugavert, tá umræður ferðamál. Tað talar til nútíðar ferðafólkið, sum vil ganga egnar leiðir, heldur enn at fylgja fótasporum, sum onnur longu hava traðkað.
Við einum “un” frammanfyri lyklaorðini í lýsingartekstum, verður markerað, at Føroyar eru nakað, sum tú ikki hevur upplivað fyrr. Harvið skilur ferðamálið Føroyar seg frá teimum “størri og betri”. Føroyar eru unikkar í sjálvum sær og øðrvísi enn øll onnur.
Konseptið er sterkt og afturmeldingarnar eru, at nýggja ferðavinnubrandið ber fram rætta boðskapin til móttakaran og harvið effektiviserar marknaðarføringina av Føroyum.
Sansir hava staðið fyri marknaðarføringini, brandingini, menning av heimasíðuni, kampanju uppbyggjan og filmunum. Nýggja brandið er lætt at brúka í øllum miðlum, kann brúkast á øllum viðkomandi málum og kann selja Føroyar allar árstíðir.