Sev Logo 2 2450X1436

Sev í nýggjum hami

Sansir hava staðið fyri arbeiðinum at dagføra samleikan hjá Sev. Nýggi samleikin er tíðarhóskandi og endurspeglar grundvirðini hjá felagnum.

Nýggi samleikin

Við íblástri úr føroysku listasøguni er ein dragandi og umboðandi samskiftisleistur skaptur. Sev er eitt felag, sum allir føroyingar eiga, og hetta er nú ein gjøgnumgangandi og savnandi partur av nýggja samleikanum hjá Sev.

Dagførdi samleikin endurspeglar strembanina hjá Sev, um at menna varandi orkukeldur, ið eru tíðarhóskandi.

Les meira um átakið, ið var gjørt í sambandi við nýggja samleikan her.

“Tað hevur verið umráðandi fyri okkum, at okkara dagførdi samleiki endurspeglar tað, sum vit eru, og tað sum vit gera.”
Hákun Djurhuus, stjóri í Sev

Nýggja búmerkið

Búmerkið er sniðgivið stílreint við smáum og bleytum stavum, ið mynda eitt gjøgnumskygt og nútíðar felag.

Sev Some 2 2450X1436

Hvirlan fingið lív
Hvirlan í gamla búmerkinum hevur fingið eitt talgilt lív. Hvirlan er nú tengd at “live data” yvir elframleiðsluna úr burðardyggari orku, og er sostatt ein livandi løtumynd - ein broytilig og dynamisk endurspegling av, hvussu nógv burðardygg orka verður framleidd júst nú. Ein stillan dag er hvirlan soleiðis næstan ikki at hóma, meðan hon er meira ógvuslig og kraftmikil, tá tað er nógvur vindur og regn.

Flyt slidearin niðanfyri og síggj, hvussu hvirlan er tengd at framleiðsluni av grønari orku.

0% 100%
50%

Grøna orkan í Føroyum er beint nú ...

Flyt slidearin niðanfyri og síggj, hvussu hvirlan er tengd at framleiðsluni av grønari orku.

Kelda: sev.fo

Søguligir litir
Tá ið Fossáverkið varð bygt á sinni, bleiv listamaðurin Jack Kampmann spurdur til ráðs um litir til Sev. Hann mælti til at brúka litirnar grønt, reytt og gult – íblásturin kom millum annað frá okkara ríku náttúru.

Hesum litum hava vit arbeitt víðari við og implementerað teir í nýggja samskiftisleistin hjá Sev og skapt ein snøggan samanhang. Myrkagrøna litin kenna vit aftur, meðan appilsinguli liturin er ein samanrenning millum reyða og gula litin frá bygningunum. Tað var tí heilt natúrligt, at dagførdi samleikin skuldi verða grundaður á litirnar á bygningunum hjá Sev.

Sev Kampmann 2450X1436