Ein savnandi, serstakur og eyðkendur samleiki
Umhvørvisstovan er ein samanlegging av seks ymiskum stovnum.
Tá Sansir skuldu finna eitt orð, ið savnaði umfatandi arbeiðsøkið hjá stovninum, varð tað orðið “umhvørvi”. Hetta er eitt vælkent orð við sera breiðum týdningi.
Búmerkið er serstakt og eyðkent og vísir eitt komplekst, lívrunnið kervi. Tað er organiskt og livandi við bleytum skapi, ið umboðar stovnsins arbeiði við náttúru, umhvørvi og fólki. Harumframt er búmerkið eitt symbol fyri samanlegging og samstarv millum seks stovnar og virksemi teirra. Búmerkið kann síggjast sum ein brotamynd, ið er sett saman í eina heild av fleiri smærri pettum.