Samleiki og heimasíða til Rúsdrekkasøla Landsins
Tað er við støði í yvirskriftini “Dygd og ábyrgd”, at visueli samleikin hjá Rúsdrekkasøluni er mentur.
Ein strategi er løgd fyri framtíðina, og orð eru sett á visjón og missjón.
Hornasteinurin í hesi strategi er, at leggja dent á góðsku framum nøgd. Við ráðgeving og kunning skulu kundarnir eggjast til at geva sær betur far um tað, sum tey keypa og drekka. Rúsdrekkasølan vil menna eina góða og tilvitaða drekkimentan, har fólk gerast meira tilvitað um sína nýtslu.
Búmerkið endurspeglar hegnisliga góðskuna og dygdina í tænastuni. Eitt hondskrivað R, ið minnir um eitt innsigli. Skriftin gevur hugasambond til vínverðina, men er tó samstundis modernað og opin.