Sansir hava ment heimasíðuna hjá Sjúkrahúsverkinum. Arbeiðið er ein heildarveiting og fevnir um ráðgeving, snið, forriting og verkseting.
Sjúkrahúsverkið hevur trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felagsvirðum - tískil var umráðandi at gera eina heimasíðu, ið endurspeglar hetta. Dentur er lagdur á, at gera eina einfalda heimasíðu, har brúkarin lættliga kann finna viðkomandi upplýsingar. Samstundis er tað skjótt og lætt hjá starvsfólkum á sjúkrahúsverkinum at umsita heimasíðuna.
Heimasíðan er ment í Umbraco Open Source, sum er ein trygg, kend, vælumtókt og brúkaravinarlig heimasíðuskipan.
Tað eru nógvar sergjørdar funkur á heimasíðuni - eitt nú ein sterk leitifunka, sum skjótt og ómaksleyst finnur tað, brúkarin leitar eftir. Eisini er sambinding við Readit, sum kann lesa tekst upp fyri vitjandi, ið hava tørv til tess. Hartil eru ymiskir hentleikar, ið gera tað ómakaleyst at samskifta við okkara sjúkrahúsverk.