Nýggj heimaíðan og nýggjur samleiki til Heilsustýrið
Sansir hava ment nýggju heimasíðuna og nýggja samleikan hjá Heilsustýrinum. Arbeiðið er ein heildarveiting og fevnir um ráðgeving, sniðgeving, forriting og verkseting.
Stavnhaldið hjá Heilsustýrinum er at fremja heilsuna hjá øllum ı́ Føroyum, og tı́ vendir heiması́ðan sær breitt til allar føroyingar.
Høvuðsendamálið við nýggju heiması́ðuni Heilsustyrid.fo er at veita tı́ðindi, kunning, vegleiðing, tilmæli, dátur og hagtøl um heilsuviðurskifti ı́ Føroyum. Málið er, at heiması́ðan skal vera fremsti pallurin, føroyingar leita sær til fyri at fáa dagførda og álı́tandi vitan um heilsuviðurskifti ı́ Føroyum.
Yvirskipað er heimasíðan skipað ı́ tveir høvuðsbólkar: Borgari og Fakfólk. Borgari vendir sær til teirra, sum ı́ sı́num privatlı́vi hava tørv á vitan um heilsu. Fakfólk vendir sær til teirra, sum ı́ sambandi við sı́tt starv/virki hava tørv á vitan um heilsu.
Nýggi samleikin
Samstundis sum nýggja heimasíðan er vorðin almenn, hevur Heilsustýrið fingið nýggjan grafiskan samleika.
Nýggja búmerkið ímyndar eitt ”H”, men er samstundis bygt soleiðis, at tað speglar virksemið hjá Heilsustýrinum. H’ið er bygt av stabbum, sum kunnu ímynda eitt nú hagtøl, dátur, menniskju, ílegur og gransking, sum alt er grundarlag fyri virkseminum hjá stovninum.