Heimasíðan - ein liður í menningini
Í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya hava Sansir ment heimasíðuna til Setrið. Síðan er eitt frambrot og stuðlar undir støðugu menningina og framsøknið, sum Fróðskaparsetrið hevur havt seinastu árini.
Heimasíðan ger tað skjótt og lætt hjá vitjandi at fáa yvirlit og kunning um mongu útbúgvingarnar, sum Fróðskaparsetur Føroya bjóðar, eins og til ber at fáa yvirlit yvir allar granskingarverkætlanir, sum eru í gongd.
Vitja heimasíðuna á www.setur.fo