Bakkafrost samleiki
Sansir hava staðið fyri visuella samleikanum, ráðgeving í sambandi við virkisnøvnini, skelting, børsprospekti, retailfaldara, framløgum á roadshowum, imagelýsingum og starvsfólkalýsingum on- og offline, myndastíli, ársroknskapum og marknaðarføring av virkinum á Glyvrum. Harafturat hava Sansir staðið fyri altjóða marknaðarføringstilfari so sum sølufaldara, messum og roll-uppum.
Einfalda og raffineraða búmerkið myndar eina nútímans krúnu, sum signalerar góðsku. Teir 5 spíssarnir ímynda hægsta góðskuvirðið - 5 stjørnur. Búmerkið strálar, tað er positivt og opið. Tað strembar uppeftir - er kraftmikið við Bakkafrost sum kjarnu - her er vøkstur.
Sum heild gevur búmerkið Bakkafrost ein serstakan dám, sum eyðkennir fyritøkuna at vera professionella, framfýsna og eina góða íløgu.