Samskiftispall til Atlantic Petrolium
Sansir hava gjørt samskiftispallin til olju- og gassfelagið Atlantic Petroleum.
Við upprunastøðinum í kræklingakenda búmerkinum hjá fyritøkuni, blástu Sansir nýggjan anda í merkið og tess sjónliga eyðkenni. Arbeiði fevndi um ráðgeving, sniðgeving av búmerkið og forritan og menning av heimasíðuni.
Búmerkið er einfalt, men gevur samstundis eina dámliga kenslu av bylgjum, havi, røringi og vøkstri. Skriftslagið vekir trúvirði, virkisfýsni og álit.
Heimasíðan er sjálvur sýnisgluggin í framtíðar samskiftinum við málbólkarnar, teirra millum fjøldina av partaeigarum. Tú fært eina vissu fyri, at talan er um eina professionella og framskygda vinnufyritøku.