Nýggj heimasíða til ArtiCon
Sansir hava gjørt nýggja heimasíðu til ArtiCon. Hon gevur eitt yvirlit yvir arbeiði, sum ArtiCon veitir og hevur veitt sínum viðskiftafólkum í 15 ár. Harafturat fæst innlit í hvørja tilgongd ArtiCon hevur til prosjektleiðslu og góðskutrygging, umframt heilsu, trygd og umhvørvi.
Heimasíðan er responsive og tillagar seg tískil bæði til stórar skermar og lítlar skermar, sum t.d. á iPhones, iPads og Android. Vitja heimasíðuna hjá ArtiCon her: www.articon.fo